Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at stápsstjóri hansara, Susie Wiles, hevur fingið staðfest bróstkrabba.
– Prognosan hjá henni er sera góð, skrivar hann á Truth Social.
Trump sigur, at hon framvegis fer at arbeiða í Hvíta Húsinum, meðan hon fær viðgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



