Mangt er broytt hesa tíðina Steintór Rasmussen hevur skrivað sangir. Fyrr var meiri nøgdsemi og fólk góvu sær stundir til hvønn annan.
Nú liva vit í eini aðrari øld og í einum altjóðagjørdum heimi. Skúlin, samfelagið og gerandisdagurin eru ikki at kenna aftur. Og flest okkara eru vorðin trælir av telefonini og telduni.
Hetta hevur gamli frændin ella tann langtíðarhaldgóða kula rótin sett orð á. Í dag klokkan 15 kemur út EP útgáva við í alt trimum sangum, Fyrr og nú, Tú ert hon og Nei nei nei.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



