Ímeðan meðallønarvøksturin fyri alt landið seinastu 12 mánaðirnar var 6,7% var vøksturin á Sandoynni nógv størri - heili 15,4%.
Tað sæst í tølum hjá Hagstovuni.
Tilsamans vórðu lønarútgjaldingarnar í Sandoynni 277,7 milliónir krónur tíðarskeiðið frá novembur í 2024 til oktobur í ár. Sama tíðarskeið árið frammanundan var talið 240,7 mió kr ella 37 milliónir minni.
Hví so er, sigur Hagstovan onki um annað enn, at tað er í bólkinum Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða at størsti vøksturin skal finnast. Har var vøksturin heili 78% ella 24,3 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



