Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Vinna

Partabrøv fullu á fleiri av heimsins størstu marknaðum í dag. Harðast rakt vóru tøknifeløg, meðan ótti fyri harðari treytum fyri vitlíki og dátumiðstøðum fekk íleggjarar at selja.

Í USA fall S&P 500-vísitalið 4,4 prosent – størsta fallið síðan apríl í fjør. Nasdaq fall 5,5 prosent, og Dow Jones misti meira enn 1.800 stig. Í Suðurkorea fall Kospi 5,3 prosent, meðan japanska Nikkei fall 1,8 prosent.

Í Evropa vóru fallini minni. Breiða Stoxx 600-vísitalið endaði 0,5 prosent lægri, og marknaðirnir í London og Frankfurt fullu eisini. Franska CAC-vísitalið gekk tó eitt sindur fram.

Ein orsøk til órógvið er óvissa um framtíðarútbyggingina av dátumiðstøðum eftir stóra valsigurin hjá demokratunum á amerikanska miðskeiðsvalinum. Íleggjarar stúra fyri, at strangari eftirlit kann tálma teimum ovurstóru íløgunum í vitlíki.

– Vit vænta, at henda ógvusliga útbyggingin av vitlíki fer at verða kannað nærri, sigur Ipek Ozkardeskaya, leiðandi greinari hjá Swissquote Bank, við Reuters.

Órógvið rakti eisini evropeiskar framleiðarar av tøkni til hálvleiðarar. ASML var seinnapartin fallið 7,8 prosent. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #