Sannir vinir vara, hini koma og fara
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sannir vinir vara, hini koma og fara
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

USA, Ísland og NATO eru farin undir stóru hernaðarvenjingina Northern Viking 2026, sum fer fram í Íslandi og havøkinum kring landið fram til 3. september.

Endamálið er at styrkja samstarvið og tilbúgvingina hjá NATO-londunum og tryggja strategisku siglingarleiðina millum Grønland, Ísland og Bretland – sonevnda GIUK-gloppið.

Londini venja millum annað kavbátaveiðu, minuleiting, bjarging og tilbúgving til vanlukkur.

Venjingin er partur av Arctic Sentry, sum NATO setti í verk fyrr í ár fyri at styrkja verjuna í Arktis og Norðuratlantshavi.

Tað er í ár 75 ár síðan USA og Ísland gjørdu verjarsáttmálan frá 1951.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #