Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Ítróttur

Hondbóltssambandið: U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

Málverjar:
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin
Lý Haraldsdóttir, EB/Tjaldur

Útileikarar:
Martha Rógvadóttir Thorsen, VÍF
Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Elinborg Kunoy Dávadóttir, EB/Tjaldur
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Lilja Skaalum Vilhelm, H71
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Lív Berg á Lag, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Feilberg Lamhauge, EB/Tjaldur
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Fríða Eysturtún Rubeksen, H71
Emily Andresen, Kyndil

Venjingardystirnir verða leikt sama vikuskiftið sum U17 EM-undankappingin við Tjarnir er. Leiksskráin sær soleiðis út.

Fríggjadagin 27. november
kl. 16.30 Ísland – Turkaland
kl. 19.00 Føroyar – Ísrael

Leygardagin 28. november
kl. 14.30 Turkaland – Ísrael
kl. 17.00 Ísland – Føroyar
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)

Sunnudagin 29. november
kl. 14.30 Ísrael – Ísland
kl. 17.00 Føroyar – Turkaland
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)

Atgongumerki til kappingina og U19-venjingardystirnar kunnu keypast á atgongumerki.tjarnir.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #