

Mótmælisfólk stongdu í morgun Ayalon motorvegin nærhendis Tel Aviv sum liður í einum landsumfatandi mótmæli fyri at fáa gíslarnar í Gazageiranum leysar og steðga krígnum, skrivar The Times of Israel.
Ætlanin er at hava eina røð av mótmælisgongum í allan dag.
Dagurin endar við stórari skrúðgongu frá Savidor tokstøðini í Tel Aviv til Hostages Square, sum varð stovnað til heiðurs fyri ísraelar, sum vórðu tiknir til fanga 7. oktobur 2023, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo