Umfatandi tøkniligir trupulleikar hjá Microsoft hava hóskvøldið rakt teldupostskipanina Outlook og fleiri aðrar tænastur hjá Microsoft 365.
Sambært Reuters boðaðu meira enn 97.000 brúkarar frá trupulleikum við Outlook. Fleiri hava ikki fingið sent ella móttikið teldupost, og trupulleikar hava eisini verið við Teams og øðrum Microsoft-tænastum.
Microsoft hevur váttað, at trupulleikarnir kunnu raka brúkarar í øllum heiminum, hóast teir fyrst og fremst vórðu staðfestir í Amerika.
Tað merkir, at føroyskir brúkarar eisini kunnu vera raktir, men enn eru ongar staðfestar upplýsingar um, hvussu stórir trupulleikarnir eru í Føroyum.
Sambært Microsoft hava ovbyrjaðir ambætarar og tekniskir feilir í undirstøðukervinum elvt til trupulleikarnar.
Fyritøkan arbeiðir við at fáa tænasturnar at virka aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



