Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali
Vinna

Norska fiskivinnusamtakið Hofseth International hevur í morgun kunngjørt roknskap, sum vísir eina afturgongd í umsetninginum upp á 46 prosent.

Tað skrivar iLaks.

Umsetningurin í triðja ársfjórðingi var 859 milliónir norskar krónur, samanborið við 1,58 milliardir sama tíðarskeið í fjør.

Høvuðsorsøkin er munandi minni virksemi í fiskavirkingini, har felagið hevur havt trupulleikar við at fáa nýggjar sáttmálar. Serliga amerikanski marknaðurin hevur verið trupul.

Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 49,6 milliónir krónur, og nettoskuldin er nú 4,59 milliardir krónur.

Hoffseth International hevur síðani mars leitað eftir nýggjum kapitali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #