Hollendska íløgufelagið Triodos Investment Management hevur selt síni partabrøv í Bakkafrost.
Sambært fráboðan frá felagsskapinum Foodrise, sum er ímóti aldum laksi, vórðu seinastu partabrøvini seld í september.
Nú hevur Triodos greitt frá, hví felagið tók avgerðina.
Felagið vísir bæði til vánaligu fíggjarligu úrslitini og trupulleikar við fiskavælferð í skotska partinum av Bakkafrost.
Triodos heldur, at Bakkafrost ikki hevur megnað at lyfta skotska virksemið upp á sama støði sum tað føroyska.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, viðgongur, at trupulleikarnir hava verið størri enn væntað, men vísir í Fish Farmer aftur, at eingi týðandi framstig eru hend.
Sambært Foodrise átti Triodos partabrøv fyri umleið 16 milliónir dollarar í Bakkafrost í november 2024. Tað er ikki staðfest, hvør søluupphæddin var í september 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



