Ein stórur meiriluti í Umboðsmannatinginum hevur atkvøtt fyri, at sonevndu Epstein skjølini skulu gerast almenn.
Skjølini, sum amerikanska løgmálaráðið savnaði saman tá málið móti ríkmanninum Jeffrey Epstein varð kannað, verða søgd at kunna vera tyngjandi ímóti Donald Trump, forseta, tí hann er nevndur í teimum.
Áður hevur forsetin verið ímóti atkvøðugreiðsluni, men eggjaði mánadagin republikanarunum í Umboðsmannatinginum til at atkvøða fyri eini leysgeving.
Málið ímóti Jeffrey Epstein snúði seg um kynsliga misnýtslu av blaðungum gentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



