Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum
Skúli

Studni má taka eina umsókn um eyka lestrarstuðul upp til nýggja viðgerð. Tað hevur Føroya Kærustovnur avgjørt í einum máli, har ein lesandi hevði brúkt alla stuðulskvotuna á seks ár, men manglaði stuðul til tríggjar mánaðir av útbúgvingini.

Kærarin hevði áður lisið í Danmark og las nú í Føroyum. Umsóknin um eyka stuðul bygdi á sjúku undir lestrinum í Danmark í árunum 2018–2022. Við umsóknini vóru læknaváttanir og váttan um, at viðkomandi ikki hevði fingið eyka SU-klipp vegna sjúku.

Studni metti ikki, at stovnurin hevði heimild at gera undantak við støði í sjúkuviðurskiftum undir danskari útbúgving. Eftir metingini hjá Studna hoyrdi tann spurningurin undir danskar myndugleikar.

Kærarin vísti hinvegin á, at donsku myndugleikarnir ikki kundu viðgera umsóknina, tí viðkomandi ikki longur var innskrivaður í eina SU-góðkenda útbúgving í Danmark.

Kærustovnurin staðfestir, at Studni ikki hevur viðgjørt, um lestrartíðin í núverandi útbúgvingini er longd vegna sjúku. Tí varð málið heimvíst til nýggja viðgerð.

Avgerðin, sum er frá 3. september, merkir sostatt ikki, at teir tríggir eyka mánaðirnir eru játtaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #