

- Kaj Johannesen, sum hevur verið ein virkin og týdningarmikil partur av Sp/f Opus í mong ár, nærkast pensjónsaldri og fyllir 67 ár, hevur hann valt at taka seg úr starvi hjá felagnum, sigur felagið í fráboðan.
- Sp/f Opus heldur fram sum áður við somu høgu góðsku og førleika innan fiburnet, sjónvarpsloysnir og aðrar tekniskar veitingar – til bæði vinnulívið og privatkundar.
- Í sambandi við broytingina er Svend Erik Saxov, sum eisini er ein av partaeigarunum í felagnum, tilnevndur sum nýggjur stjóri í Sp/f Opus.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo