(mynd: Veingir)
(mynd: Veingir)
Familjufyrisitingin hevur gjørt eina heimasíðu til børn og ung, hvørs foreldur ikki búgva saman. Á síðuni fáa børnini at vita, hvørji rættindi tey hava, og hvar tey kunnu fáa ráðgeving.
Børn eldri enn 10 ár kunnu sjálv biðja Familjufyrisitingina kalla foreldrini á fund, til dømis um tey vilja búgva hjá hinum foreldrinum ella ynskja at broyta samveruna.
Í 2025 viðgjørdi Familjufyrisitingin fleiri enn 100 mál um bústað og samveru.
Á nýggju síðuni kunnu børn eisini lesa um, hvussu ein barnasamrøða gongur fyri seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



