Um tú hevur skund.
Fyritøkan Böcker, sum millum annað hevur lyftina, sum varð brúkt til Louvre ránið herfyri, brúkar nú hendingina til at lýsa við.
- Lyftin kann bera 400 kilo av "virðismiklum skattum" og hon arbeiðir sera friðarliga, stendur millum annað í tekstinum í lýsingini, sum eisini hevur mynd av júst teirri lyftini, sum varð brúkt til ránið.
- Her er kanska talan um opportunismu og at nærkast tí sum er moralskt forkastiligt, men uttan iva fer lýsingin at vekja stóran ans og soleiðis loysa seg fyri fyritøkuna, helda serfrøðingar, sum hava úttalað seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



