Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Antisemitisma
Jødahatrið í Evropa hevur gjørt um seg í øldir. Í 1800-talinum tók hugskot seg upp um, at jødar skuldu hava sítt egna heimland. Ymisk øki vóru í uppskoti, til dømis í Uganda, Libya, Argentina, Alaska, Madagaskar, Jordan og Palestina.

Eins og imperialisman tykist Jødahatur at vera eitt ‘made-in-Europe-fyribrigdi’.

Í 1095 helt Urban II pávi talu, sum setti gongd á fyrstu krossferðina. Hon byrjaði við ágangi á jødar í býum í Rínlandinum, áðrenn krossfarar løgdu leiðina avstað til ‘heilaga landið’. Dripið varð frá hond og ognir tiknar frá jødum m.a. fyri at fíggja ferðina eystureftir. Jødar høvdu dripið Jesus, og skuldu teir svía fyri tað, hildu tey kristnu. Muslimar høvdu ikki hetta hatrið mótvegis jødum, tí hóast Jesus er nevndur í Koranini, so verður hann ikki tikin av døgum av jødum, men í staðin lyftur upp til himmals av gudi uttan at skula líða deyðan fyrst.

Eisini Martin Luther hataði jødar. Í bóklingi frá 1543 mælir hann til at brenna synagogur og skúlar. At oyðileggja heimini hjá jødum og at taka ognir teirra, umframt at seta tey í tvingsilsarbeiði.

Jødahatrið er framvegis stórt í Evropa, tá ið vit eru komin fram til upplýsingstíðina, har humanisman skal eitast at vera í hásæti. Og tað er nú seinast í 1800’talinum, at hugtakið ‘antisemitisma’ verður uppfunnið. ‘Antisemitisma’ ljóðaði fínari og meiri ‘vísindaligt’ enn vulgera ‘judenhass’.

Líka síðan hugtakið varð uppfunnið, er tað fyrst og fremst brúkt í sambandi við europeiskar jødar, sum neyvan kunnu sigast at vera semittar. Hugtakið ‘semittur’ í fakligum høpi hevur verið brúkt um fólkabólkar í Miðeystri og Norðurafriku, sum tosaðu arabiskt, arameiskt umframt hebraiskt, sum um hetta mundi var útdeytt.

So tá ið t.d. jiddish-talandi askenazi-jødar úr pólandi undir Nakba’ini í 1948 róku muslimskar og kristnar palestinar frá heimum teirra, so var talan um antisemitismu við lít ... ikki so?

Zionisma
Men aftur til 1890’ini. Kent dømi um jødahatur er sokallaða Dreyfus-málið, sum kom fyri í fronsku rættarskipanini í 1894. Blaðmaðurin, Theodor Hertzl, jødi úr Eysturríki-Ungarn, arbeiddi í París, og hann fylgdi við málinum. Dreyfus-gølan gjørdi sítt til, at hann skrivaði bókina ‘Der Judenstaat’, sum varð útgivin í februar 1896, og sum legði grundarlagið undir zionistisku rørsluna.

Zionisman var um hetta mundi sekuler. Tað religiøsa hevði ikki týdning fyri teir, sum stóðu á odda. Hinvegin hevði religión nógv at siga fyri nakrar av evangelisku-kristnu toppunum í stjórnini fyri bretska heimsveldið. Bretska stjórnin gav í november 1917, meðan fyrsti veraldarbardagi leikaði á, lyfti um, at jødar kundu ‘fáa’ eitt heimland í Palestina. Hetta hendi við sonevndu Balfour-yvirlýsingini. Bretska stjórnin lovaði við hesum øki til zionistarnar, har fólk longu búði.

Kolonisering
Gongdin við at leggja Palestina undir zionistiskt ræði hevur síðani verið tann vanliga, sum ger seg galdandi, tá ið lond í vesturevropu hava tikið sær hjálond. Verkætlanin gongur fyri seg nakað soleiðis:

1) Rannsóknarferðir verða skipaðar fyri at fáa vitan um landafrøðilig, demografisk og politisk viðurskifti. Palestinar vóru gestablíðir, og tóku væl í móti jødum úr Evropa, sum vóru komnir at kunna seg um viðurskiftini. Gestirnir skrásettu í loyndum tal av virkisførum monnum í einstøku bygdunum, tal av citrus- og oliven-trøum, hvussu fruktagóð jørðin var, vatnviðurskifti o.s.fr..

2) Roynt verður at fáa fótafesti í økinum hjá upprunafólkinum við harðskapi, avtalum og ella keypi av lendi.

Fyrstu niðurseturbygdirnar hjá zionistunum í Palestina verða bygdar á lendi, sum í summum førum var keypt. Hetta við fígging úr t.d. ‘Jewish National Fund’, ein grunnur, sum virkaði fyri at keypa upp landaøki í Palestina til jødisk niðurseturfólk. Grunnurin bleiv stovnaður á 5. stórfundinum hjá zion-rørsluni í 1901, undir leiðslu av áðurnevnda Theodor Hertzl. Fæið í grunninum kom m.a. frá Rothschild-familjuni og øðrum ríkfólki í Evropa og USA. Í Palestina eydnaðist zionistunum fram til 1947 at keypa umleið 5% av jørðini, hóast ottomanniska og seinni bretska stýrið royndu at forða fyri hesum fyri at verja lokalu bøndurnar.

3) Eftir hetta verður farið meiri harðliga til verka. Upprunafólkini verða stigvíst rikin frá heimum teirra. Fóru tey ikki við góðum, so varð tað við illum. Harðskapinum stóðu evropeisk vinnufeløg fyri, sum høvdu sínar privatu militsir í hjálandinum. Aðra tíðir vóru tað niðursetufólkini sjálvi við hjálp frá ‘móðurlandinum’, sum framdu ‘etnisku reinskanina’. Upprunafólkini vórðu rikin saman í ‘reservat’ ella ‘konsentratiónslegur’ ... ella tey blivu týnd. Í øðrum førum royna hjálandaveldini at ‘assimilera’ upprunafólkini.

Í Palestina stóðu vápnaðir bólkar av niðursetufólkum fyri etnisku reinskanini. Fyrstu økini, farið varð eftir, vóru tey, sum høvdu størsta búskaparliga týdningin. Kundi upprunafólkið brúkast sum bílig arbeiðskraft, so varð hetta gjørt, so leingi talið av jødiskum niðursetufólki var avmarkað.

Zionistarnir høvdu fleiri vápnaðar bólkar, sum framdu ágangin. Kendastu teirra eru Haganah, Irgun og Stern. Í hesum bólkum vóru menn, ið høvdu verið í bretska herinum undir fyrra heimsbardaga, og sum sostatt høvdu krígsroyndir.

Umframt at leggja á palestinar so framdu Irgun og Stern eisini atsøknir móti bretskum málum, og vóru hesar eindir tí skýrdar at vera terror-felagsskapir av bretsku stjórnini. Nakrir av leiðandi limunum í hesum paramiliteru bólkum gjørdust seinni prominentir Ísraleskir politikkarar, m.a. Shamir, Begin og Rabin, sum gjørdust forsætisráðharrar.

Av hesum læra vit, at tey, sum í dag vera skýrd terroristar, í komandi tíðum kunnu gerast høgt virdir politikkarar, og enntá koma so langt sum at fáa friðarheiðursløn Nobels. Onnur dømi eru Arafat og Mandela, sum vóru skrásettir at vera terroristar av vestanveldum, men sum endaðu við at fá Nobel friðarprísin. Tað skuldi ikki undrað meg, um líknandi søguumskriving eisini fer at henda í sambandi við Hamas.

Eftir annan veraldarbardaga, og eftir at staturin Ísrael varð settur á stovn, løgdu Stern og Irgun saman við Haganah. Úrslitið gjørdist Israel Defence Forces, IDF, sum hevur verið eitt hitt týdningarmiklasta politiska amboðið hjá skiftandi ísraelskum stjórnum.

4. Fjórða stigið í koloniseringini snýr seg um at langtíðartryggja ræði á hjálandinum. Hetta verður gjørt á ymsan hátt. Búskapurin verður broyttur, soleiðis at hann verður minni sjálvbjargin, t.d. við, at hjálondini lata rávørur til ídnaðin í Evropu, sum síðan selur liðugtvørur aftur til hjálondini.

Roynt verður at fáa evropeisk fólk at flyta til hjálandið, og verður hetta gjørt við ymsum reklamuátøkum heima í Evropa. Zionistarnir brúktu t.d. hetta, at jødarnir vóru eitt fólk uttan land og at Palestina var eitt land uttan fólk. Hetta trixið var sum so ikki nýtt. Evropeisk lond høvdu áður mangan roynt seg við líknandi.

Moralska verjan í Evropa fyri at stjala landið hjá upprunafólkum kann t.d. lýsast við fylgjandi sitati frá Churchill: “Eg viðurkenni ikki, at nakað stórvegis galið er gjørt mótvegis reyðu indiánunum í Ameriku ella teimum svørtu í Avstralia. Tað, sum er hent, er, at ein sterkari rasa, ein fínari rasa ... er komin inn og hevur tikið pláss teirra”.

5. Eitt sum sær út til at hava stóran týdning hjá teimum ráðandi er at fáa tak á søguni ... næmingar í skúlunum í Ísrael, Evropa og og øðrum londum við skulu læra søguna á ein ávísan hátt.

Í Ísrael varð í hesum viðfangi farið grundiga til verka. Til dømis blivu undir Nakba’ini íbúgvarnir í á leið 450 palestinskum býum riknir burtur – ella dripnir – og býirnir javnaðir við jørðina ella yvirtiknir av jødiskum tilflytarum. Á øki, har palestinsk bygd lá, finna vit t.d. náttúrupark, við navni, sum ikki hevur við palestinska upprunanavnið at gera. Í heila tikið broyta nýtilkomnu jødarnir staðarnøvnini í koloniini.

Stundir eru ikki at fara longur inn í hetta evnið í hesum viðfangi, men má eg siga, at so hvørt eg eldist, ja so gerist eg alt meiri fortørnaður inn á søguundirvísingina, eg sum ungur fekk á skúla- og sunnudagsskúlabeinki.

Ísrael og Suðurafrika
Tað, sum er sermerkt við zionistisku verkætlanini í mun til hinar vestur-evropeisku, er, at hon er so seint ávegis. Ekspansiónin hjá Onglandi, Týsklandi, Frankaríki og øðrum er langt síðan steðga og farin aftureftir við tað, at hjálondini hava tikið loysing. Soleiðis er ikki við zionistiska projektinum, sum enn koyrir við fullari ferð, bæði í Gaza og Vestara Áarbakka. Vit kunnu fylgja við í tí, sum fer fram, ‘live’ á skýggjum okkara.

Ísrael í dag er de facto eitt stór-Ísrael, sum fevnir um upprunaliga Ísrael, soleiðis sum ST viðurkendi tað í 1948, umframt Gaza og Vestara Áarbakka. Politiska málið er m.a. nevnt í stevnuskránni hjá Likud-flokkinum hjá Netanyau. Har stendur, at ‘Between the Sea and the Jordan River there will only be Israeli sovereignty’.

---

Einum nýtist í dag ikki at vera flogvit, fyri at skilja, at Ísrael er ein fasistiskur apartheit statur. Nobelprís-vinnarin Desmond Tutu, erkabiskuppur, (1931-2021) úr Suðurafriku hevði um nakar vitan um, hvussu ein apartheitskipan virkar. Hann segði t.d. í 2012, at apartheitskipanin í Ísrael var verri, enn tann í Suðurafriku hevði verið.

Men líknandi sjónarmið vóru frammi langt áðrenn hetta. Millum onnur flogvitið og jødin Albert Einstein, sum í fleiri førum vísti á vandamiklu ideologisku kósina, zionistarnir høvdu valt. Einstein, flótti undan nazismuni, visti eisini væl, hvussu slíkar skipanir virkaðu. Víðagitið dømi er lesarabræv í New York Times tann 4. desember 1948, har hann saman við Hannah Arendt og øðrum jødiskum tignarfólkum vendi sær móti fasismuni í ísraelskum politikki.

---

Núverandi fasistiska apartheit-skipanin í Ísrael má broytast til eitt veruligt fólkaræði. Eg trúgvi lítið uppá, at stovnanin av einum palestinskum stati ber til. Eri eg bangin fyri, at hetta, ið vestanlond gera við nústani heldur enn í 1948 at viðurkenna ein palestinskan stat, bara er spæl fyri gallarínum. Trúgvi meiri uppá rørsluna, sum bæði fevnir um palestinar og ísraelar, og sum arbeiðir fyri eini loysn, sum minnir um hana, ið fingin varð í lag í Suðurafriku, tá ið apartheitskipanin har varð tikin av.

---

Havi við vilja ikki sett inn keldutilvísingar í røðuna, men um onkur hevur spurningar hesum viðvíkjandi, so ber til at skriva til mín á messenger.

Tórshavn 28. juli 2025
Jonhard Eliasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo