Tíðindini hjá KVF í dag um, at færri ung ætla sær at taka hægri útbúgving í Føroyum, hevur reist eitt týdningarmikið kjak. Men vit mugu ikki gera hetta til eina neiliga søgu um, at ung “flýggja” ella venda Føroyum bakið. Veruleikin er, at tað er bæði natúrligt og sunt, at ungir føroyingar fara av landinum í nøkur ár – og tað hevur altíð verið so. Og soleiðis er tað í øllum oyggjasamfeløgum.
Eg haldi, at tað er sunt fyri eitt ungt menniskja at sleppa úr dunnuhylinum eina tíð. At royna síni egnu veingir, flyta heimanífrá, møta einum øðrum gerandisdegi, nýggjum hugsanum og einum fjølbroyttum felagsskapi. At fara heimanífrá er ikki tað sama sum at venda heimið bakið – tvørturímóti. Fyri nógv eru hesi árini teirra týdningarmesta menningartíð: tey koma aftur við nýggjum førleikum, breiðari sjónarringi, dygdargóðum útbúgvingum og við fakligum altjóða netverkum, sum koma Føroyum til góðar.
Eg meti, at Føroyar – samanborið við onnur lítil oyggjasamfeløg – klára seg rímiliga væl, tá tað snýr seg um at fáa ung heimaftur eftir útbúgving. Eg kenni sjálvur til nógv fólk av Bornholm sum seta varðandi búgv í restina av Danmark, og har var veruliga stóra avbjóðingin at fáa tey ungu heimaftur.
Tað sama sæst í øðrum smærru oyggjabygdum kring heimin: ung fara til størri býir fyri at lesa, arbeiða og menna seg. Tað er ikki ein føroysk avbjóðing – tað er ein heimshugsan. Tað sum er serliga týdningarmikið hjá okkum er ikki at forða ungum at fara út, men at skapa so góðar umstøður, at tey vilja heim aftur.
Tí er spurningurin ikki: “Hvussu forða vit ungum at fara av landinum?”. Spurningurin er heldur: “Hvussu gera vit tað lokkandi, spennandi og møguligt at flyta heim aftur?”.
Vit hava longu nógvar sterkir trumfar: vinnulívið skríggjar eftir arbeiðsmegi, vit hava eitt trygt og fjálgt samfelag, og nógv ung vilja fegin heim aftur, tá tey fáa familju og ynskja burðardyggar karmar um lív og arbeiði. Og tí at føroyska mentanin er so serstøk.
Vit skulu ikki óttast, at ung fara út. Vit skulu heldur styrkja okkara fótafesti sum eitt land, tey vilja koma aftur til. Rætti hugburðurin liggur ikki í at halda fast í teimum ungu – men í at lokka tey heim aftur.
Bestu heilsanir/ best wishes
Jóhannes Miðskarð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



