
Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið
Skúlablaðið: Sálarligt arbeiðsumhvørvi er arbeiðsøkið hjá Sólju í Ólavsstovu, løgfrøðingini í Lærarafelagnum. Lærarar venda sær til Lærarafelagið at fáa løgfrøðiliga og aðra hjálp, mangan tá ið teir hava roynt allar aðrar møguleikar.
- Vit hava enn ein hugburð í Føroyum, sum ger, at vit gera tað, sum verður álagt okkum uttan at seta spurning við boðini. Men tað henda stórar broytingar í hugburðinum, tí ungfólk í dag góðtaka ikki eitt arbeiðspláss, sum ikki raðfestir sálarliga arbeiðsumhvørvið. Gjógvin millum unga starvsfólkið og tær leiðslur, sum ikki raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið, verður bara størri. Tað fer at standa hart ímóti hørðum, um broytingar ikki koma í.
Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru í einari viðkvæmari støðu, ikki minst, um teir arbeiða í skúla, sum ikki leggur upp fyri góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
- Ert tú í tíðaravmarkaðum starvi, heldur tú kanska út. Tú gremur teg ikki ella kærir um viðurskifti á arbeiðsplássinum, tí tú ert bangin fyri ikki at verða settur í starv næsta skúlaár. At lívsgrundarlagið hjá tær er í vanda, ger, at fólk aftra seg at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru góð. At halda út, hóast viðurskiftini ikki eru góð, verður ein vani, og tað er ein vandakós.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo