Røðan hjá Jens Jákup Hansen á Vestanstevnu 2026 í Miðvági:
“Meg minnist eina mynd, eg var lítil tá,
Tó fægrari mynd eg aldri sá
Tað var lítil bygd fram við vatni lá
Og húsini vóru so fitt og smá.”
Soleiðis yrkti Hans Andrias Djurhuss yvir 100 árum síðani.
Meg minnist eisini eina mynd. Tað var av sandinum. Har lá ein rúgva av skrelli, og tað varð spæliplássið hjá mær. Og skrellið gav hugflognum veingir – tí tað kundi brúkast til alt møguligt. Vit bygdu borgir og brendu bál, og tá ið veðrið var ringt, tá spældu vit við aldurnar og róptu: stóra alda kom, tí skal fáa bomm.
Eg var ofta vátur og altíð forkølaður.
So kom brimgarðurin, og tað gjørdi enda á aldunum. Men hann gav nýggjar møguleikar. Vit vóru ofta við báti á pirinum og leitaðu eftir reka. So fingu vit tilfar til smáttur og flakar.
Tað, sum fekk flakarnar at flóta, vóru flamingokassar. Tað vóru kassar, sum brennivín varð sent í, tí tá var eingin Rúsdrekkasøla, og brennivínið varð bestilt úr Danmark. So teir drongir, sum høvdu pápar, ið drukku illa, høvdu bestu flakarnar. Mín flaki var ikki serliga góður.
Kassabilar vóru nógvir. Har vóru dreingirnir norðanfyri fremstir. Einaferð høvdu teir bygt, ikki ein bil, men ein kampingvogn. Og ein kassabilur hevði knallertmotor.
Ein vinmaður hjá mær hevði kassabil við róðuri, sum pápin hevði hjálpt við. Hjá mær var tað mamma, sum gjørdi bilin. Hon keypti Gør det selv, og har var tekningin. Hjólini fann pápi á flakavirkinum.
Tá var eingin barnagarður. Eg varð bundin í takrennuna, so mamma kundi fáa tað frá hondini, sum kravdist, uttan at renna eftir mær. Har stóð eg so tjóraður.
So fór eg í skúla. Skúlin hevði bara tríggjar stovur. Fyrstu árini gingu vit bara í skúla aftaná døgurða. Tá vit fóru í fyrsta flokk, vóru vit yvir 30 børn, og fyri at koma í okkara stovu máttu vit ígjøgnum mittastu stovuna.
Tað, sum eg elskaði mest við skúlanum, var at hoyra Eyðun siga søguna um Alibaba og ránsmennirnar og hvussu hann livandi greiddi frá hestunum, sum komu rennandi, meðan neglirnar kliktu niður á pultin og øll sóu hestarnar fyri sær.
Tá var heimurin avmarkaður, og vit fóru sjaldan av oynni. At fara út um vatn, var sum at fara til stórbýin. Í Sørvági var biohøllin, svimjihylur og tannlækni. Fyri at koma til Sørvágs, stillaðu vit okkum undir Dalles at bíða eftir bussinum, og koyrdu síðan við Aroni út um Vatn.
At fara til tannlæknan var ikki fyri særtar sálir. Vit blivu sett av á Blindtarminum og máttu ganga restina. Tað ræðuligasta var at skula ganga framvið drongjunum. Sørvingar ræddist eg. Teir bannaðu, royktu og gingu í tufflum.
Tannlæknan ræddist eg ikki. Eg hevði altíð hol. Eg veit ikki, um tað var við vilja, men eg elskaði at blíva bedøvaður við gassi. Tað var tað besta.
Eg havi ikki roynt rúsevnir, men technotónleikur, sum verður settur í samband við rúsevnir, ljóðar akkurát sum borurin hjá tannlæknanum. Og tá eg sveimaði í stólinum oman á Oyruna til beatið av borinum og breakinum hjá Karl Johann, tá hann segði: “Gapa, gána,” tá hevði eg tað gott.
Til Sandavágs fór eg bara av neyð. Tað var tann tíðin, har miðvágsbørn vóru lærd ikki at dáma sjingarnar.
Teir høvdu eisini sítt egna mál og máta at tosa. Teir tosaðu mest um gamlar løgmenn, SJF og Torkil. Nei, best treivst eg í miðvági, og eg var sannførdur um, at har skuldi verða restina av lívinum. Einki var betri enn hjá mammu í Miðvági. So skuldi eg hava bát, jørð og verða snikkari sum grannin, Engelbrecht.
Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikur. Eg fekk konu úr Havn, og tað hevði eg annars avgjørt, at eg ongantíð skuldi. Niður at studera, og hús á Tinghúsvegnum og fór at spæla í Havnar hornorkestri.
Eg bleiv bjóðaður av, heimurin gjørdist størri, møguleikarnir fleiri og tað ókenda bleiv ein gáva. Alt hatta við at ræðast sørvingar og ikki dáma sjingarnar bleiv mær fjart.
Eg ætlaði ikki at nevna nakran fram um annan. Tað eru nógv, sum hava avrikað og gjørt gott fyri bygdina og oynna. Men eg loyvi mær at gera eitt undantak: Battmann.
Àrgangirnir blivu størri og skúlin for lítil. Tí varð nýggjur skúli tikin í brúk, og tað var ein stór broyting.Tað var so fínt, at vit høvdu ikki sæð slíkt. Kiropraktorur kom at stilla stólar og borð eftir børnunum, og tað var lyfta til rørslutarnað. Tað var pallur, og undir pallinum vóru stólar. Afturat tí var ljóðanlegg, tónleikarúm og eg veit ikki hvat.
Øllum tí skuldi ansast eftir og haldast við líka. Tí tók Jóhannus hjá Axal sær av, tí hann varð settur sum húsavørður.
Vit sparkaðu bólt ímóti skúlavegginum, og tað fór, eftir hansara meting, illa við og skuldi steðgast. Hann gekk høgt upp í arbeiðið, ikki bara í arbeiðstíð.
Um tað mundið vísti sjónvarpið røðina um Batman og Robin. J hevði ein lítlan bláan bil, og tá hann skuldi fanga skurkarnar, ið oyðiløgdu veggin, kom bilurin við hvínandi dekkum. So vit kallaðu hann battmobilin, og Jóhannus bleiv Battmann.
Sama gjørdi seg galdandi á Tungu. Vit hildu, at gøturnar, sum kommunan hevði gjørt, vóru góðar at súkkla á. Tað helt hann ikki. So har var hann eisini eftir okkum.
Tá vit vóru børn, sóu vit Battmann sum ein, ið oyðilegði okkara spæl.
Vit sóu ein mann, sum kom við hvínandi dekkum í sínum lítla bláa bili at steðga okkum.
Vit hildu, at hann tók frá okkum tað, sum var stuttligt.
Men nú síggi eg, at Jóhannes hjá Axel sá nakað, vit ikki sóu.
Vit sóu gøturnar sum eitt gott stað at súkkla. Hann sá viðalundina og vakurleikan.
Vit hoyra ofta, at vit mugu hava vøkstur. Fleiri hús, fleiri virkir, meira virksemi og betri búskap.
Og tað kann væl vera.
Men Jóhannes hevði eisini eyga fyri einum øðrum vøkstri. Vøkstrinum í viðalundini. Trøini sum máttu hava umstøður og tíð at vaksa. Nakað, sum ikki kann roknast í fermetrum, krónum ella fólkatali.
Kanska er tað tað, vit ofta gloyma, tá vit tosa um vøkstur: At ikki allur vøkstur skal gravast upp, byggjast á ella seljast.
Nakað skal bara sleppa at vaksa.
Tá vit vóru børn, hildu vit, Battmann vera skurkin.
Nú haldi eg, at hann var hetjan.
Tey seinastu árini eri eg blivin meira tilvitaður um náttúruna og at fara væl um.
Uttan undangongufólk, sum hann, hevði hetta fríða, vakra økið verið bygt og oyðilagt í navninum vøkstursins.
Eg hoyri ofta verða sagt, at vit skulu setast á kortið, og at vit mugu gera tað attraktivt hjá fólkum at flyta til.
Hesum eri eg ósamdur í.
Tað, sum hevur týdning, er at hjúkla um tey, sum eru her, og á tann hátt gera tað spennandi at flyta til.
Tá eg var barn, vóru færri fólk í Miðvági enn nú. Men tað var smiðja við nógvum lærlingum, flakavirki, skip og nógv virksemi. Miðvingur hevur verið føroyameistari fleiri ferðir. MB kláraði seg væl í bestu deildini, ja, so væl at hevði GÍ ikki klaga og hevði MB ikki tapt tann minniliga dystin í Klaksvík, so hevði MB blivið føroyameistari.
MB hevði smápiltar, sum blivu føroyameistarar í 1984. Eg spældi sjálvur á B-liðnum, so eg hevði sjálvandi ein stóran leiklut í tí.
Nú er MB helst ringasta fótbóltsfelag í verðini. Niðast í lægstu deildini í vánaligastu kappingini – við sínum besta liði.
Men tað sigi eg ikki fyri at gera gjøldur við teimum, sum stríðast. Tvørturímóti. Tað sigur nakað um, hvussu torført tað er at halda lív í feløgum, ungdómsarbeiði og sjálvbodnum arbeiði.
Vit eru fleiri fólk. Men hava vit fingið meira bygd?
Longu í 1899 varð ein Vágastevna hildin í Miðvági. Har vóru kappróður, renning, lop og kappblaking. Aftaná var fólkafundur, har tosað varð um vinnulív, ungfólkarørslu, felagsskap og samvirki.
Tað er ikki so nógv øðrvísi enn tað, vit hava brúk fyri í dag.
Vestanstevnan, sum vit kenna hana, byrjaði sum Vágastevna í 1945. Tá vóru ítróttur, kappróður, kappríðing og fólkafundur. Í 1952 kom Vestmanna við, og tá fekk stevnan navnið Vestanstevna.
Ein stevna var ikki bara fyri at fáa nógv fólk at koma. Hon var fyri at savna fólk um tað, tey høvdu felags. Kappast, ja. Men eisini skapa felagsskap.
Tá Hans Andrias mintist eina mynd, mintist hann ikki eina íløgukarm ella eitt ferðavinnuøki. Hann mintist “eina bygd, fram við vatni lá”.
Vatnið var ikki eitt projekt, sum skuldi geva avkast.Tað var bara har. Tað var partur av tí, sum fór fram rundan um tað.
Nú er vandi fyri, at vit ikki longur síggja vatnið sum ein part av okkara egna stað. At tað verður ein kulissa hjá smáttunum, ið fólk aðrastaðni eiga, og onnur skulu gjalda fyri at búgva í nakrar nætur.
Tað er ikki tí, at eg eri ímóti smáttum, handli ella menning. Men eg eri ímóti, at alt, sum er vakurt og felags, skal gerast til vøru.
Vit skulu ikki bara seta okkum á kortið. Miðvágur er longu á kortinum.
Spurningurin er, hvat vit vilja, at fólk skulu síggja, tá tey hyggja at tí.
Eina bygd við nøkrum smáttum og nýggjum bygningum? Ella eina bygd við lívi, arbeiði, felagsskapi, náttúru, ítrótti og plássi til børn at vaksa upp?
Eg eri ikki ímóti vøkstri. Men vøkstur er ikki bara fleiri hús, fleiri fermetrar og fleiri fólk.
Vøkstur er eisini lærlingar í smiðjuni. Skip við manning. Børn, sum hava eitt felag at fara til. Ung, sum fáa møguleikar. Fólk, sum ansa eftir tí, vit eiga saman. Og ein bygd, har børn kunnu sleppa at vera frí og skapandi – uttan at vit oyðileggja náttúruna.
Um vit hjúkla um tey, sum eru her, og tað, vit eiga saman, so verður hetta eitt stað har fólk trívast mennast og vaksa.
Hans Andrias mintist eina mynd. Eina bygd fram við vatni.
Eg minnist eisini eina mynd.
Ikki eina mynd av vøkrum húsum. Men eina rúgvu av skrelli á sandinum.
Sjálvt um tað skrellið gav mær hugflog og eitt fantastiskt spælipláss, so veit eg í dag, at tað hoyrir ikki heima har. Vit eru blivin klókari. Vit vita betur, hvussu vit skulu fara um náttúruna.
Men lat okkum ansa eftir, at vit ikki verða so klók, at vit missa hugflogið.
At vit ikki byggja, skipa og regulera so nógv, at børnini ikki longur sleppa at finna síni egnu ævintýr.
Hans Andrias sá eina mynd av einari bygd fram við vatni.
Eg sá eina mynd av sandinum, har alt bar til.
Spurningurin er, hvørja mynd okkara børn fara at minnast.
Tað er tann myndin, vit skapa í dag.
Góða Vestanstevnu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



