Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Á einum valfundi, sum Miðnám á Kambsdali skipaði fyri, kom eg í prát við ein næming. Hon arbeiðir um kvøldarnar og í vikuskiftinum fyri at fáa fíggjarligu viðurskiftini at hanga saman.

Kortini stendur hon í eini óskiljandi støðu: arbeiðir hon fleiri tímar, verður hon revsað við at missa studningin.

Vit hava eisini hópin av pensjónistum, sum bæði hava orku og vilja at arbeiða meira. Men tá tey nærkast markinum fyri mótrokning av pensjónini, velja nógv at steðga.

Ikki tí tey ikki vilja arbeiða – men tí skipanin ger tað ólønandi.

Undanfarna samgongan broytti karmarnar hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Tað hevur longu havt avleiðingar - fleiri hava valt at flyta av landinum.

Verður hendan kósin ikki broytt, er vandi fyri, at enn fleiri taka sama stig.

Hetta er ein skipan, sum vendir á høvdinum.

Í staðin fyri at løna arbeiðssemi, revsar hon tey, sum gera ein eyka innsats. Tað er skeivt – bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið.

Vit mugu velja eina aðra kós.

Eina kós, har tað altíð loysir seg at arbeiða.

Eina kós, har arbeiðssemi verður lønt – ikki revsað.

Tað er tann broytingin, eg fari at stríðast fyri.

X við Árna Klein Olsen
X við Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #