Í dag vóru tað næmingar úr 5. og 6. flokki, sum hittust við talvborðini við Tjarnir, har kappast verður um FM-heitini í skúlatalvi hesa vikuna.
Talan gjørdist um eina tætta kapping, har nógv lið trokaðust í oddinum. Undan seinasta umfarinum vóru heili seks skúlar, sum kundu fara avstað við FM-heitinum. Skúlin við Løgmannabreyt hevði skutin undan hinum, og við trivaligum sigri í endaumfarinum eydnaðist teimum at halda fast í fyrstaplássinum. Ikki kann sigast annað enn, at sigurin var uppiborin, tí liðið vann allar sínar dystir uttan tann eina, sum endaði javnur. Hoyvíkar skúli endaði á øðrum plássi, eins og í gjár, meðan Skúlin á Fløtum fór við triðja plássinum.
Skúlin í Eysturkommunu átti besta gentuliðið, og Skúlin við Løgmannabreyt átti besta blandaða liðið.
Endastøðan:
-
Løgmannabreyt 6.1 – 24,5 stig
-
Hoyvík 2 – 23,5 stig
-
Skúlin á Fløtum 2 - 22 stig
-
Løgmannabreyt 6.bl. - 21 stig
-
Løgmannabreyt 6.2 – 19,5 stig
-
Eiði – 19 stig
-
Skúlin á Fløtum 1 - 19 stig
-
Skúlin á Fløtum 6 - 19 stig
-
Sørvágur – 18,5 stig
-
Løgmannabreyt 5.1 - 18,5 stig
-
Sankta Frans 4 – 18 stig
-
Skála – 18 stig
-
Toftir 1 – 17 stig
-
Hoyvík 1 – 17 stig
-
Eystukommuna 1 – 17 stig
...
Í alt 46 lið.
FM í skúlatalvi endar í morgin, tá næmingar úr 7.-9. flokki fara at kappast. 42 lið luttaka í tí kappingini.
FM-kappingarnar í skúlatalvi eru stuðlaðar av MBM.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



