- TAKS er vorðið varugt við, at følsk boð eru í umferð. Í boðunum verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan. Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum.
Tað sigur TAKS í boðum á heimasíðuni, eftir at tað er komið fram, at slík boð eru komin til fólk.
TAKS ger vart við, at stovnurin biður ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti.
- Fært tú slík boð, skalt tú hvørki trýsta á leinkið ella lata persónligar upplýsingar frá tær. Strika boðini, eru boðini frá TAKS.
Falska heimasíðan nýtir búmerki og litirnar hjá TAKS og kann, hóast stavifeilir og vánaligar orðingar, hjá summum við fyrsta eygnabrá tykjast álítandi.
Heimasíðubústaðurin er tó taks-fo.help og ikki taks.fo. Síðan hevur einki við TAKS at gera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



