Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Politikkur

Eg havi eisini verið einlig mamma, men Gud havi lov, at húsaleigan var ikki so høg, matvørurnar kostaðu ikki tað sama sum í dag, og limagjøld til børnini vóru meira yvirkomulig.

Sjálvt um pengarnir ikki vóru nógvir, so kendist tað ikki eins tungt sum hjá mongum í dag. Tá okkurt óvæntað hendi – ein rokning, ein útreiðsla, sum eg ikki hevði roknað við – so stóðu mamma og babba klár, men hendan mæguleika hava øll ikki. Tey hjálptu, uttan at gera nógv burturúr tí.

Tað gav eina trygd og eina kenslu av, at eg ikki stóð einsamøll.

At vera einlig mamma ella einligur forsyrgjari krevur nógv. Tað er nógv ábyrgd, nógv arbeiði og ofta nógv stúran. Men tað er eisini nógvur kærleiki, nógv styrki og nógvur stoltleiki í at síggja børnini vaksa og klára seg. Vit skulu hjálpa teimum, so ein kann fara í song vid eini kenslu av tryggleika.

Tá eg hyggi aftur, eri eg takksom fyri hjálpina eg fekk og fyri at vit komu ígjøgnum tað saman. Men eg hugsi eisini um allar tær einligu mammurnar í dag, sum stríðast í einum nógv dýrari samfelag. Tær gera sítt besta hvønn dag, og vit mugu ikki undirmeta einligu mammuna, eisini tá hon hevur brúk fyri hjálp.

Tann einligi forsyrgjarin skal hjálpast, tá tørvurin er.

Vel eina sterka fólkaflokkskvinnu

Vel Rúnu Wenningsted Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #