Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Innlendis ítróttur

Mánadagin klokkan 10:00 verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

Mánadagin klokkan 10:00 verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

Mánadagin klokkan 10:00 verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

San Marino og Sveis.

Tað verða mótstøðulondini hjá manslandsliðnum og U21 landsliðnum seinni í hesum mánaðinum.

Fyri A-landsliðið er talan um venjingardyst, sum verður á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 17:00.

Eftir ætlan skuldi manslandsliðið spæla tveir venjingardystir í hesum umfarinum. Avtala var komin í lag við Sameindu Emirríkini og Singapor, men ófriðurin í Miðeystri hevur havt við sær, at hesir dystir eru avlýstir.

Hjá U21 landsliðnum er hinvegin talan um EM undankappingardyst, sum hesaferð skal møta Sveis á útivølli.

Føroyska U21 landsliðið fekk eina framúr byrjan uppá EM undankappingina við at vinna fyrstu tríggjar dystirnar. Síðani er nakað av stígið komið í, men áðrenn dystin móti sveisarum eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum – 1 stig aftanfyri Frankaríki, men samstundis 1 stig frammanfyri bæði Sveis og Ísland. Hini londini í bólkinum eru Luksemborg og Estland.

Í sambandi við nevndu dystir verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 16. mars klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fara Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari, og Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari, at kunngera hóparnar til komandi uppgávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #