Vit vænta og vóna eina sámuliga tign á tingi.
Tí fall tað helst mongum fyri bróstið, at nývaldi løgtingsformaður, speaker of parliament, sum hann skrivar seg á Facebook, kann finna uppá at dáma, henda rasistiska tekstin hjá einum føroyskum veljara og hestatemjara, har hann mælir til at bora hol á bátarnar hjá "hentleikaflóttum" sum koma til Spania "vegna vinstravendan politikk".
Sum skilst, koma "hentleikaflóttarnir" úr Marocco til spanska Ceuta, innan tey á henda hátt tilskila sær rætt at sleppa yvir um Gibratalsundið og inn í Europa.
Hvat sigur formansskapurin?
Er nakar Facebook politikkur í løgtinginum?
Ella er kanska soleiðis stætt, at framkomnu Føroyar við nývaldu samgonguni tekur undir við føroysku áheitanini, stuðlaðað av tingformanninum, at fara til Ceuta og bora hol í bátar hjá flóttum?
Tað skal so sigast, at nú er "dáma" hjá løgtingsformanninum strikað undir viðmerkingini.
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



