Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln
Politikkur

Fólkaskúlin fær 7,2 milliónir krónur afturat til raksturin í ár. Tað er ein av størstu hækkingunum í eykajáttanarlógini fyri heystið, sum varð kunngjørd í dag. Samanlagt hækka nettosútreiðslurnar hjá landinum við 26,1 milliónum krónum.

Til rentustuðul hevur Løgtingið játtað 10,8 milliónir krónur afturat. Samstundis eru inntøkurnar á somu kontu mettar 4,8 milliónir hægri. Sostatt kostar hækkingin landskassanum seks milliónir krónur.

Játtanin til endurgjald til skipasmíð hækkar úr 5,2 upp í 9,2 milliónir krónur. Sjúklingatryggingin fær somuleiðis fýra milliónir afturat, og Vørn fær tríggjar milliónir.

Størsta lækkingin er á játtanini til fyritíðarpensjón, sum minkar 9,9 milliónir krónur. Hinvegin hækkar játtanin til fólkapensjón fimm milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #