Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið er aftur til reiðar at fara til hjálpar á sjónum. Vørn hevur aftur skrásett skipið sum tøkt, skrivar Kringvarpið. Brimil er framvegis úr sigling.
Tjaldrið fekk maskinbrek 20. august, meðan Brimil var í dokk. Umvælingin dró út, tí neyðugt var at fáa sergjørdar eykalutir úr útlondum til 50 ára gamla skipið. Í farnu viku var Tjaldrið á royndartúri á Skálafjørðinum, har manningin royndi motorin við ymiskum álagi.
Meðan bæði skipini lógu, gjørdi Vørn avtalu við donsku verjuna um, at eitt danskt sjóverjuskip í føroyskum sjógvi kundi røkja uppgávur fyri Vørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



