Eina hjartans tøkk vil eg bera tykkum øllum, sum komu inn á gólvið at vitja, við køkum og sangi, við heilsum, blómum og gávum vóru við til at gera mín 100 ára føðingardag til nakað heit serligt fyri meg og mína familju.
Takk til løgmann, ríkisumboð og almanna stjóran fyri vitjan, takk til Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann, Súsannu Mortensen frá Kvívíkar kommunu og Páll á Reynatúgvu frá Veks, fyri røður og góð orð.
Ein serlig tøkk til Tórshavnar Manskór, sum við sínum vakra sangi gjørdi løtuna so rørandi, góða og hátíðarliga.
Enn einaferð stóra takk øll somul við ynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Blíðar heilsanir
Sámal Jákup Petersen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



