Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend
Vinna

Hagstovan: Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 36 prosent, av teimum arbeiðsleysu í august høvdu verið arbeiðsleys millum 1 og 3 mánaðar.  

Í august vóru 39 persónar ella gott og væl 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Talið av langtíðararbeiðsleysum er rættiliga støðugt yvir tíð. 

Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir bústaðarøki. Í august var arbeiðsloysið minst í Norðoya og Sandoyar økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,9 prosentum, sum er 0,3 prosentstig lægri samanborið við august í fjør. 

Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Eysturoyar øki, Norðoya øki, Sandoyar øki, Streymoyar øki (norður), Streymoyar øki (suður), Suðuroyar øki, Vága øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #