Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Átta síður av amerikanskum stjórnarskjølum vórðu funnar í einum almennum printara á einum hotelli í Anchorage fríggjamorgunin.

Tær átta síðurnar vóru um toppfundin millum Donald Trump, forseta, og russiska forsetan, Vladimir Putin, fríggjadagin.

Skjølini vórðu funnin av trimum gestum á Hotel Captain Cook umleið klokkan 9 fríggjamorgunin, skrivar NPR.

Hotellið er einar 20 minuttir frá hernaðarstøðini Elmendorf-Richardson, har toppfundurin var.

Skjølini tykjast at vera framleidd av amerikansku stjórnini og latin eftir av misgáum, skrivar NPR.

Tey innihalda viðkvæmar upplýsingar so sum nágreiniligar møtitíðir, staðnøvn og telefonnummur hjá amerikanskum embætisfólkum, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo