Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Seyðahundasambandið: Tað vóru nýggir hundar, sum gjørdu vart við seg í oddinum, tá seyðahundakappingin í klassa 3 varð hildin í Húsavík leygardagin. Kappingin vísti enn einaferð, at kappingin millum bestu seyðahundarnar í Føroyum er jøvn.

Eingin av teimum trimum hundunum, sum endaðu ovast í kappingini á Viðareiði fyri tveimum vikum síðan, megnaði at endurtaka eitt pláss millum tríggjar teir fremstu hesa ferð. Tóroddur Vang og Svan tryggjaðu sær sigurin í Húsavík, meðan Anna Sofía Fjallheim hevði ein serstakliga góðan kappingardag.

Við hundunum Kelly og Migh eydnaðist henni at tryggja sær bæði annað og triðja plássið. Úrslitið í klassa 3

1. Tóroddur Vang – Svan

2. Anna Sofía Fjallheim – Kelly

3. Anna Sofía Fjallheim – Migh

Úrslitini vísa, at tað er torført at spáa um, hvør fer at standa ovast á sigurspallinum frá kapping til kapping. Hetta ger eisini kappingarárið 2026/2027 serliga áhugavert at fylgja.

Kappingarnar í klassa 3 eru samstundis liður í úttøkuni til føroyska landsliðið, har teir fýra fremstu hundarnir eftir sjey úttøkukappingar skulu umboða Føroyar á norðurlandameistaraheitinum og evropameistaraheitinum.

Vit ynskja Tóroddi Vang og Svan hjartaliga tillukku við sigrinum og Annu Sofíu Fjallheim tillukku við teimum báðum heiðursplássunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #