Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Hóast ríkiligt er til, so fáa borgarar í Havn ikki lut í stóru grindini sum legði beinini í Fuglafirði í gjár.

VP hevur frætt frá fleiri sum siga, at tey fegin vildu havt grind, men sum skilst kemur ongin grind til Havnar, tí kommunan vil ikki hava hana.

VP hevur vent sær til Elsu Berg, borgarstjóra, men hon tekur ikki telefonina, og hevur ikki svarað boðum á messenger.

Men Jacob Vestergaard, sýslumaður, váttar, at tey í Havn hava ikki víst áhuga í grindini.

- Bæði eg og Dávur Juul (borgarstjóri í Fuglafirði) hava tosað við Elsu Berg, men har var ongin áhugi. Tey vendu ikki aftur, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður við VP.

- Hvussu nógv fingu tey bjóðað?

- Tað tey vildu hava. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo