Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Framsýningar

Tjóðpallur Føroya: Nýggj føroysk pallseting av klassiska stórverkinum eftir Anton Tjekhov tekur í hesum døgum skap í Hoydølum við eini røð av okkara mest royndu og dugnaligastu sjónleikarum.

Lítla, hugnaliga og nostalgiska fimleikahøllin í Hoydølum verður nú karmur um eitt av størstu leikverkunum í heimsbókmentunum. Gamla fimleikahøllin verður ein partur av sjálvari upplivingini og gevur júst hesi søguni eitt serligt afturljóð.  

Leikurin snýr seg um tær tríggjar systrarnar Olgu, Mashu og Irinu, ið kenna seg standa í stað í lítlu heimbygdini. Tær leingjast eftir stórbýnum og droyma um eitt annað og eydnuríkari lív. Men meðan tær venda sær móti tí, sum einaferð var, og tí, sum kanska fer at koma, heldur lívið fram rundan um tær.  

Longsulin eftir at koma víðari er kjarnin í leikinum og ger søguna eins viðkomandi í dag, sum tá hon hevði frumframførslu í Moskva í 1901. Og júst tí eru Hoydalar ein serliga hóskandi karmur um søguna um útlongsul og framtíðardreymar.  

Leikstjóri er Evgeniia Gromova, sum hevur drúgvar royndir við at tulka og pallseta leikrit eftir Tjekhov, millum annað í Russlandi og Noregi. Saman við leikarunum arbeiðir hon við spurninginum um, hvussu vit liva í núinum, og hvat hendir, tá vit alla tíðina bíða eftir, at lívið skal byrja.

„Tríggjar systrar er tíðarleysur. Tjekhov sigur søguna um menniskju, sum tykjast ikki at megna at liva í núinum. Tey liva antin í gjárdegnum ella í morgindegnum. Lívið rennur teimum av hondum.“

Í høvuðsleiklutunum sum tær tríggjar systrarnar síggja vit Riu Tórgarð, Súsonnu Tórgarð og Kristinu Sundar Hansen. Aftrat teimum eru Hans Tórgarð, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen, Bjørn Mohr, Hjálmar Dam og Harald Thompson Rosenstrøm. Saman við einum fjølbroyttum listaligum toymi skapa tey føroysku pallsetingina. Sámal Blak stendur fyri spennandi pallmyndini og búnasniðinum, og Beinir Bergsson hevur týtt leikin.

Frumsýning verður í Hoydølum 23. septembur.

Leikrit 
Anton Tjekhov

Týðing 
Beinir Bergsson

Leikstjórn 
Evgeniia Gromova

Leikarar 
Ria Tórgarð 
Súsanna Tórgarð 
Kristina Sundar Hansen 
Hans Tórgarð 
Sofía Nolsøe Mikkelsen 
Kjartan Hansen 
Bjørn Mohr 
Hjálmar Dam 
Harald Thompson Rosenstrøm

Pallmynd og búnar 
Sámal Blak

Ljóssniðgevi 
Marte Stormo

Ljóðsniðgevi 
Baldur Kampmann

Koreografur 
Geir Hytten

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #