

Mong eru tiltøkini nú um ólavsøkuna. Eitt skipa tey fyri, sum hava áhuga í lastbilum av ymsum slagi.
Truckerfestivalurin byrjar klokkan 12.30 við at bilarnir hittast á Hjalla og koyra klokkan 13 í rekkjukoyring oman á Eystarubryggju.
Har verða alskyns kappingar. Fólk kunnu atkvøða uppá fólksins bil, skipað verður fyri bakkikapping, spurnarkapping og dartkappin, matsøla og aðrir sølubásar verða, og í kvøld spælir Sommerson Band inni í pakkhúsinum.
tiltakið heldur eisini fram í morgin - tað ber til at síggja alla skránna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo