Inntil nýliga var Ilya Remeslo ein ungur og lovandi advokatur og Putin-stuðul.
Men Ilya Remeslo hevur gingið fullkomiliga ímóti sínum kendu sannføringum, og lýsir nú russiska forsetan sum "ein krígsbrotsmann og ein tjóv."
Samstundis er 42 ára gamli Remeslo farin frá at vera patriotur til status sum psykiatriskur sjúklingur eftir at hava verið innlagdur á deild í St. Pætursborg.
Tað skriva bæði NBC og Meduza.
Týsdagin deildi Remeslo eitt langt innlegg á Telegram við heitinum "Fimm orsøkir til, at eg gavst at stuðla Vladimir Putin," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



