Fríggjadagin sendi amerikanska orkumálaráðið út eitt innanhýsis notat um eina røð av orðum, sum starvsfólk framyvir ikki mugu brúka, skrivar Politico.
Politico skrivar, at boðini eru galdandi fyri orð sum “veðurlagsbroytingar”, “grønt”, “útlát” og “burðardygd.”
“Vinarliga syrg fyri, at hvør limur í tínum toymi er tilvitaður um, at hetta er nýggjasti listin við orðum, sum ikki skulu brúkast,” stendur í boðunum skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



