Amerikanski forsetin, Donald Trump, gevur Iran 48 tímar at lata Hormuzsundið uppaftur.
Annars fer USA at leypa á og oyðileggja orkuverkini í landinum, ávarar hann í einum uppslagi á Truth Social.
Trump skrivar, at USA fer at byrja við størsta orkuverkinum fyrst, um Iran ikki letur týðandi sjóvegis farleiðina upp innan freistina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



