Leiðararnir í heimsins trimum stórveldum, Donald Trump, Vladimir Putin og Xi Jinping, hittust í dag á søguligum toppfundi í kinesiska býnum Shenzhen. Fundurin vardi umleið hálvan annan tíma.
Eftir fundin kunngjørdu teir eina felags yvirlýsing við fýra høvuðspunktum.
Londini vilja arbeiða fyri nýskipanum í ST, økja framleiðsluna og útboðið av oljuúrdráttum, virða órinið hjá almennum embætisfólkum og avmarka møguleikarnar hjá altjóða revsidómstólinum at leggja mál fyri rættin.
Harumframt staðfesta leiðararnir, at eitt kjarnorkukríggj ikki kann vinnast og ongantíð má henda. Londini ætla tí at hava samráðingar um at minka kjarnorkuvandan.
Putin lýsti fundin sum opnan og úrslitagóðan og ynskir, at samráðingarnar halda fram skjótt. Xi legði eisini dent á regluligt samband millum stórveldini.
Hóast kríggið í Ukraina varð umrøtt á serstøkum fundum, er tað ikki nevnt í felags yvirlýsingini. Heldur ikki kríggið í Iran er nevnt.
Trump segði, at leiðararnir skrivaðu søgu við fundinum, men enn eru ongar ítøkiligar friðaravtalur gjørdar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



