Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Mangt bendir á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, setti seg beint við telefonini tá hann fyrr í dag fór úr Kina eftir fundin við russiska og kinverska forsetan. Sambært Politico og The Independent ringdi Donald Trump úr flogfari sínum Air Force One til fleiri europeiskar stjórnarleiðarar, sum allir vóru á fundi í Berlin um júst kríggið ímillum Russland og Ukraina.

Fleiri ónevndar keldur vátta, at boðskapurin hjá amerikanska forsetanum var, at russiski starvsbróðurin av álvara vil fara undir samráðingar við Ukraina um frið. Donald Trump vildi samstundis hava europeisku stjórnarleiðararnar at bremsa ætlaða stuðlinum til Ukraina, tí tað gagnaði ikki málinum, sum hann segði.

Svenska tíðindastovan TT hevur tosað við virkandi forsætisráðharran, Ulf Kristersson, sum var millum fundarluttakararnar í Berlin. Hann váttar, at Trump ringdi, men sigur, at millum europeisku stjórnarleiðararnar var semja um, at teir ikki høvdu bitið merki í samráðingarhugin hjá Vladimir Putin.

Millum europeisku stjórnarleiðararnar á fundinum í Berlin í dag vóru bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, franski forsetin, Emmanuel Macron og eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #