Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir eina fyriskipan, sum tekur USA úr 31 felagsskapum hjá Sameindu Tjóðum og 35 øðrum altjóða felagsskapum, skrivar AP.
Ein fullur listi er ikki komin út, men AFP skrivar, at tað mest snýr seg um veðurlagssáttmálan hjá ST.
Trump hevur áður tikið USA úr felagsskapum sum WHO og UNESCO, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



