Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Túsundtals næmingar og lesandi gingu í dag í mótmælisgongu móti ætlaðu sparingunum hjá donsku stjórnini í SU og herdu treytunum fyri arbeiðsloysisstuðli til nýútbúgvin.

Mótmælisfólkini gingu frá Ráðhúsplássinum til Christiansborg undir herrópinum »Nu er det nok«. Aftan fyri mótmælini standa 21 lestrar- og ungdómsfelagsskapir.

Við uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 ætlar stjórnin at taka SU frá heimabúgvandi, har foreldrini hava eina samlaða árliga inntøku oman fyri umleið 710.000 krónur. Tey, hvørs foreldur tjena millum umleið 420.000 og 710.000 krónur, skulu fáa minni stuðul.

Ætlanin er, at broytingin skal koma í gildi 1. januar 2028. Sambært útbúgvingarmálaráðnum fara umleið 82.000 at missa SU í minst ein mánað um árið, meðan umleið 33.000 fáa minni. Sparingin verður umleið hálv milliard krónur árliga. Stjórnin væntar samstundis, at tey lesandi fara at arbeiða meira við síðuna av lestrinum.

Lestrarfeløgini finnast at, at ung enn einaferð skulu bera sparingar á útbúgvingarøkinum. Tey óttast, at broytingarnar fara at gera tað truplari at taka eina útbúgving.

Fyri føroyingar, sum flyta til Danmarkar og búgva fyri seg sjálvar, rakar uppskotið um heimabúgvandi tó ikki beinleiðis SU-stuðulin.

Ein onnur, longu samtykt broyting kann hinvegin fáa týdning. Frá januar 2027 verður vanliga samlaða markið lækkað úr 70 niður í 58 SU-mánaðir hjá teimum, sum eru byrjað á einari nýggjari hægri útbúgving 1. juli 2025 ella seinni. Tað gevur minni fíggjarligt rásarúm, um tey skifta útbúgving ella verða seinkað í lestrinum. Serreglur eru tó millum annað fyri ávísar longri útbúgvingar og lesandi við ávísum ískoytum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #