Pólland hevur lýst landasorg sunnudagin og mánadagin eftir skotálopið í Kraków leygardagin, tá seks fólk lótu lív og fleiri vórðu særd.
Ein 24 ára gamal maður skjeyt eftir fólki á høvuðstorginum, áðrenn løgreglan særdi og handtók hann. Seinni vórðu foreldur hansara og systir funnin deyð heima hjá honum.
Myndugleikarnir kanna álopið sum yvirgang og halda, at maðurin var ávirkaður av høgravíðgongdum hugsjónum.
Í Kraków hava fólk lagt blómur og tendrað ljós til minnis um tey deyðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



