Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur
Ítróttur

Flogbóltssambandið: Ikki kann sigast annað enn, at EM undankappingarnar í sandflogbólti hava gingið sera væl í summar. Føroyskir leikarar hava luttikið í samanlagt fýra kappingum. U20 fyri bæði kyn og U18 fyri bæði kyn.

Samlaða úrtøkan fyri føroyskan sandflogbólt hevur verið trý EM pláss og 3 silvurheiðursmerki.

Í dag tryggjaðu Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen sær silvurmerki eftir at tær taptu finaluna ímóti einum sera sterkum íslendskum liðið. Samstundis tryggjaðu tær Føroyum luttøku í U18 EM endsspælinum fyri gentir í 2027.

Júst sama støða er galdandi fyri Kaj Johannesen og Elias B. Jensen. Teir taptu finaluna ímóti Andorra, men tryggjaðu tó Føroyum EM luttøku í 2027 fyri U18 lið og teir tryggjaðu sær silvurheiðursmerki.

Fyri fáum vikum síðani tryggjaðu Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eisini føroyska U20 luttøku í 2027.

Í vár setti Flogbóltssamband Føroya danan, Martin Olesen, í starv sum høvuðsvenjara fyri sandflogbóltin. Martin hevur drúgvar royndir og hevur millum annað vunnið EM við donskum U-lliðum. Arbeiði hjá Martin hevur borið ávøkst og sandflogbóltsluttøkan í ár hevur verið sera væl eydnað.

Komandi ár, skulu lið aftur til EM-undankappingar eins og tey skulu til sjálvar EM kappingarnar. Umframt hetta, skulu fýra føroysk lið luttaka á Oyggjaleikunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #