Ríðisambandið: Tað vóru tvey væl nøgd reiðfólk sum fyri løtu síðani fóru av rossunum í Margaretehof í Svøríki.
Hóast eina langa ferðing í mun til hini rossini, so kláraðu tey seg sera væl. Valborg og Stæll komu í B finaluna og hava hervið enn møguleika fyri at koma í A finaluna. Valborg Laksafoss sigur at hetta er fyrstu ferð hon kappast í Gæðinga í altjóða kapping og sigur hon at hon vónar at vinna B finaluna og harvið kunna kappast móti Knút og Kára í A finaluni.
Knút og Kári sum hava altjóða royndir í Gæðingakappingum og fyrr hava bæði vunnið silvur og gull til NM, megnaðu aftur hesaferð at kvalifisera seg beinleiðis til A finaluna. Knút sigur at hann er glaður um A finaluplássið, men ikki heilt nøgdur við úrslitið á degnum og vónar at úrslitið í sjálvari finaluni verður betri.
B finalan verður hósdagin og A finalan verður fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



