Ukraina vil hava eina prototypu av eini evropeiskari rakettverjuskipan, sum eitur Freyja, klára fyrru helvt av 2027, skrivar DR.
Tað sigur Davyd Aloian, varaaðalskrivari í tjóðartrygdar- og verjuráðnum í Ukraina, sum hevur eftirlit við Freyja-verkætlanini, við tíðindastovuna Reuters.
Ein altjóða stýrisbólkur fer at hittast fyri fyrstu ferð "skjótt", segði hann.
Fyri tveimum vikum síðani samdust Danmark og níggju onnur lond um at ganga saman um at menna eina felags evropeiska rakettverju.
Og hana hava ukrainarar klára við sínum uppskoti áðrenn summarfrítíðina næsta ár, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



