Undirvísing í føroyskum sum annaðmál skal roknast sum eitt styttri arbeiðsrættað skeið og gevur burturriknum ukrainum rætt til uppihaldsveiting.
Tað er ein av ásetingunum í nýggjari kunngerð, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur undirskrivað. Kunngerðin er kunngjørd í dag og kemur í gildi í morgin, 5. november.
Serreglurnar fevna um burturriknar ukrainar við fyribils uppihaldsloyvi eftir serligu Ukraina-skipanini.
Sambært kunngerðini kunnu teir fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir, hóast teir búgva saman við øðrum, um teir ikki búgva saman við familju ella samlivara.
Eisini verður krav um danskan heimarætt í lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar sett til viks fyri henda bólkin.
Harumframt kann Almannaverkið bjóða virknisvenjing, ávísan stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinara. Ukrainar, sum eru undir fyriskipan um arbeiðsbúgving, kunnu framvegis fáa fyribils uppihaldsveiting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



