Umboðsmaðurin hevur viðgjørt mál av egnum ávum um nýggju ferðaseðlaskipanina hjá Strandfaraskipum Landsins. Serliga varð hugt at heimildini fyri, at lægstu prísir einans vóru tøkir til tey, ið meldaðu seg í skipanina og keyptu talgilt.
Tann 31. mars 2025 lýsti Strandfaraskip Landsins við broyting av prísbygnaði og dagføring av ferðaseðlaprísum, sum innibar at lægstu prísir einans vóru tøkir til tey, ið skrásettu seg í skipanina og keyptu talgilt. Umboðsmaðurin metti skipanina vera ivasama, bæði viðvíkjandi heimild til at krevja talgilda luttøku og viðvíkjandi tí muni, sum skuldi gerast á ferðaseðlaprísi, um borgarar ikki nýttu talgildu loysnina.
Strandfaraskip Landsins hevur til uppgávu at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Hetta er bundin uppgáva, sum skal røkjast.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við Strandfaraskipum Landsins og heimild at geva tænastuboð. Í hesum má metast at liggja bæði heimild og skylda hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum at tryggja sær, at flutningsskyldan verður røkt á lógligum grundarlagi.
Umboðsmaðurin setti spurningar til Strandfaraskip Landsins og síðani til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið um málið. Hvørgin av myndugleikunum kundi vísa á heimild fyri umrøddu broyting.
Umboðsmaðurin metir, at myndugleikar ikki, uttan ítøkiliga lógarheimild, kunnu krevja, at borgarar melda seg í ávísa talgilda skipan. Tað var tí als ikki nøktandi, at Strandfaraskip Landsins setti slíka prísskipan í verk uttan at hava vissað sær, at neyðug heimild var til staðar. Samstundis var tað als ikki nøktandi, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið ikki hevði sett seg inn í skipanina og tryggja sær, at hon var innan lógligu karmarnar. Tað er av stórum týdningi fyri tryggleika og rættin til líkaviðferð hjá borgarum, at slíkar talgildar skipanir, sum hava stóra ávirkan á bólkar av borgarum, ikki verða settar í verk uttan umhugsni og vissu fyri heimild.
Umboðsmaðurin gav tí bæði Strandfaraskipum Landsins og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri framferðina í sambandi við at nýggj ferðaseðlaskipan varð tikin í brúk í apríl 2025. Samsvarandi § 10 í umboðsmanslógini verður send fráboðan um málið til Formansskap Løgtingsins, løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum. (LUM 25/10570).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



