

Vit liva í eini tíð, har veðurlag og CO₂-tøl fylla alsamt meira í almenna kjakinum. Savna vit okkum einstáttað um veðurlag og CO₂-tøl, er vandin at vit gloyma týdningin av tí umhvørvi vit skapa kryng okkum, og sambandið til okkara likamligu- og sálarligu heilsu.
Verandi dálking av luft, jørð og sjógvi, og manglandi kunnleikin til tey evnir nýtt verða í matframleiðslu sum heild, vil, saman við bráðræsnari umlegging á grøna økinum, skapa óneyðugan átta – serliga millum tey ungu.
Tá veðurlagspolitikkur verður skorin niður til tøl og svartar framtíðarmyndir, kennast nógv ung hjálparleys og óttafull. Hetta er ikki bert eitt politiskt mál – tað er eitt heilsumál fyri okkum øll. Um vit skulu menna haldførar loysnir, mugu vit knýta saman umhvørvi, heilsu og veðurlag – og taka ábyrgd fyri heildini.
Hetta krevur opið kjak, fakliga virðing og eina politiska tilgongd, sum byggir á fatan heldur enn ræðslu.
Tí er tørvur á, at tingini/parlamentini í Kongaríki Danmark, Folketinget, Inatsisartut og Løgtingið, finna ein broyttan leist, sum er í uppskoti sum "Et borgerforslag til Folketinget, Inatsisartut og Løgtingið", við heitinum "Klimaforståelse med faglig balance og ansvarlig handling".
Her ber til at fara til síðuna har skjalið liggur, og heinta skjalið "Klimaforståelse med faglig balance og ansvarlig handling", umframt at skriva undir áheitan á Løgtingið um at viðgerða "Borgerforslaget".
Kunningin verður annars send viðkomandi í londunum Danmark, Kalaallit Nunaat og í Føroyum. Eisini er ynskiligt at tú kunnar kring teg um átakið!
Mourits M. Joensen
Elektroverkfrøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo