Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Løgmálaráðið: Í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik í Runavíkar kommunu á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um, at svikað varð við einum atkvøðuseðli, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í nývalda býráðnum í Runavíkar kommunu.

Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar nú hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.

Við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.

Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026.

Bara teir persónar í Runavíkar kommunu, sum høvdu valrætt tann 12. november 2024, tá nú ógilta valið fór fram, kunnu velja við umvali.

Sambært § 25 í kommunuvallógini er mannagongdin hin sama við umval sum við fyrra valið. Hetta merkir, at umvalið verður hildið við støði í teimum valevnislistum, sum vórðu latnir inn til tað upprunaliga valið.

Sambært § 26, stk. 2 í kommunuvallógini skal núverandi býráð halda fram, til umval hevur verið og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo