Írski sjófarin Brandan – seinni Sankta Brandan – sigst vera fyrsti navnnevndi maður, ið setti fótin á land í Føroyum. Hetta var í 6. øld, tá ið hann leitaði eftir lovaða landinum.
Í Brandansvík í Kirkjubø skuldi hann so leggja at. Við Kirkjubøhólmi landføstum hevur víkin helst verið góð skipahavn. Sum øldirnar liðu, máaðist lendið burtur, og á kyndilsmessuni hørðu, 2. februar 1602, sigst hólmurin losna úr landi.
Kortini er ikki vist, at leitast skal so langt aftur í tíð eftir Brandan-navninum í Kirkjubø. Í 1897 kom í Bonn í Týsklandi undan kavi forkunnigt bræv, sum Johannes Teutonicus, biskupur í Kirkjubø, skrivaði í 1420. Í brævinum verður eitt nú sagt, at teir fáast við at reisa eina kirkju í Kirkjubø, sum skal vígast Sankta Brandani.
Hildið verður, at Toftin við Brandansvík, Líkhús, er leivd eftir hesa somu kirkju, og at Brandansvík hevur fingið navn eftir Brandanskirkjuni frá um leið 1420.
Hetta sigur bókin: ”Av bekki á skipabunka,” 2022, sum brotakent fevnir um tíðina frá landnámi til okkara dagar. Í verkinum verður eisini leitað út um landoddarnar við teirri vón, at vit í ljósinum av fornum báta- og skipafundum duga at seta Føroyar inn í eina søguliga menning ella tilgongd.
Í fornum døgum sigldu føroyingar handilsferðir á egnum kjøli til grannalond, verður sagt. Við sær høvdu teir helst ullarvørur og turran fisk, og heimaftur korn, salt og timbur.
Men so fer at ganga aftur á hond, og tá ið svarti deyði í 1349 fer at ganga, verður hildið, at forfedrarnir eingi skip áttu eftir. Hvussu førini vóru, er óvist. Ikki fyrr enn um aldamótið 1400 tykjast glottar vera at hóma í so máta.
Skipið hjá Greipi Ívarssyni
Í bókini hjá Jákupi doktara: “Diplomatarium Færoense, føroyskt fodnbrævasavn,” 1907, verður skipið hjá Greipi Ívarssyni, sýslumanni í Føroyum, umrøtt. Eisini norsku professararnir, Brøgger og Shetelig, umrøða farið í bókni: “Vikingeskipene – deres forgjengere og etterfølgere,” Oslo 1950.
Hin 12. mai 1399 kunnger Greipur Ívarsson í brævi skrivaðum í Skien í Noregi, at hann frá norska frænda sínum, Geyta Eirikssyni, hevur keypt eitt skip, "sæm ek vil sigla til Færøya med Gudz hialp." Samstundis keypir hann eitt akker, ið vigar 12 lispund (sløk 100 kilo), og bátstog, sum viga 16 lispund. Útgerðin sigur okkum, at talan er um havskip.
Hetta er møguliga seinasta føroyska farið, sum kemur henda vegin næstu fýra øldirnar. Náttúrugivnar umstøður, afturhaldssemi og kanska ófrælsi eisini hava við sær, at allur framburður heldur uppat.
Føroyingar ressast, at vísa seg, ikki við aftur, fyrr enn siglingarmaður, sum brotið hevði sær slóð úti í heimi, kemur heim aftur á klettarnar, purrar út og bjóðar donskum embætismannaveldi av.
Den hvide Svane
Í 1685 fer, tað vit vita, fyrsta havfiskiroyndin fram í føroyskum sjógvi. Deksfarið ”Den hvide Svane” fær loyvi at dogga, sum tingbókin málber seg, t.e. reka við snøri undir Føroyum. Einar Joensen, ið skrivaði av gomlu tingbøkurnar, sigur eitt nú soleiðis í greinini: ”Fiskiroynd við Føroyar 1685:”
"Mangar royndir kunnu hava verið fyrr, sum vit einki hoyra um, men henda kom fyri Løgtingið orsakað av myttarí, og kunnu vit tí hoyra ymist áhugavert um ferðina, sum endaði við miklum klandri og ongum fiski."
Peder Pedersen Stud, skipari á ”Den hvide Svane,” hevði fingið Jacob Willomsen við sum fiskiskipara. Willomsen hevði fiskað við bretskum skipum og var hildin at vera kendur á hesum leiðum. Umframt donsku manningina vóru fýra føroyingar við skipinum, ein teirra sum kunnigur maður.
Fiskiskapurin var smáligur, og ein dagin hendi so tað, at Willomsen tók skiparan av ræði. Danska manningin helt við Willomsen, meðan føroyingar annaðhvørt hildu seg uttanveltaðar ella hildu við skiparanum. Hetta hendi seinnapart á degi í september 1685. Á midnátt vóru teir á Sørvági, og túrurin var at enda komin.
Mýlingur
Partafelagið Skipafelagið Føroyar varð stovnað í 1919. Sama árið skrivaði felagið undir sáttmála við svenska skipasmiðju um at smíða farmaskip, sum eisini skuldi hava tíggju-tólv koyggjur til ferðafólk. Men skipið var ikki meir enn hálvliðugt, tá ið skipasmiðjan fór á húsagang, og Skipafelagið misti allan inngoldna peningin.
Hóast mesta av stovnsfænum soleiðis var mist, mistu menn ongantíð mótið. Við seinastu krónunum varð nú leita eftir brúktum farmaskipi, og í 1921 varð Petchora keypt. Hetta var ísstyrkt skip, smíðað í 1901 í Danzig í Póllandi, 656 tons við 310 hesta guvumaskinu. Bretska admiralitetið hevði tikið Petchora sum krígsfæ, og nú Skipafelagið keypti farmaskipið, lá tað í Hull klárt at sigla eftir fáum vikum.
Mýlingur, sum navnið hereftir var, fór fyrsta túrin við kolafarmi úr Newcastle í Bretlandi til Spania. Haðani varð farið til Portugals at ferma tundur til Írlands, og síðani lá leiðin til Leith í Skotlandi at ferma til Føroya.
Eftir hetta sigldi Mýlingur serliga millum Keypmannahavnar, Leith og Føroya. Men Sleipner hjá DFDS sigldi somu rutu, og tá ið Mýlingur sigldi seinni og brúkti meiri tíð í havn enn danski kappingarneytin, stóð skipið seg ikki í kappingini. Mýlingur varð lagdur og í 1926 seldur av landinum – til Genova í Ítalia.
Men síðani hevði Skipafelagið eydnuna við sær, og tá ið Andreas J. Ziska, nevndarformaður felagsins, umborð á Tjaldrinum til Keypmannahavnar var biðin um at skrivað í ferðabókina, skrivaði hann við øllum farnum trupulleikum í huga hesi orðini:
“Góður andi innanborða
Fylgi skipi og verki.
Óhapp lat ei tykkum forða
undir Føroya merki.”
Her liggur Mýlingur, fyrsta farmaskipið hjá Skipafelagnum Føroyum, á redini í Havn. Mynd: Tjóðsavnið.
Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



